Lívstryggingar
Um tað ringasta skuldi hent, er týdningarmikið at hava røttu tryggingarnar. Við NordikPensjón kanst tú tryggja teg og tína familju, soleiðis at tit ikki noyðast at stúra fyri tí fíggjarliga, um tit verða rakt av óhappi ella sjúku.
Vit bjóða Bólkalívstrygging, Bráðsjúkutrygging og Óarbeiðsføristrygging.
Bólkalívstrygging
Um tú skuldi fallið frá, verður ein upphædd goldin út til tey, ið sita eftir, ella goldin inn á tína skuld.
Bráðsjúkutrygging
Ein upphædd verður goldin út, um tú ella barn títt verða bráðsjúk.
Óarbeiðsføristrygging
Kann tryggja tær eina mánaðarliga skattafría inntøku, so leingi óarbeiðsførið varar.